Eystureuropiskar uppgávar eru vanliga ikki tað, sum standa ovast á ynskilistanum hjá føroyskum landsliðum. Men tá Rás2 í gjár tosaði við U21-landsliðsvenjaran, Bill McLoud Jacobsen, helt hann hóast alt, at talan var um hampuliga spennandi lutakast.
- Russland, Rumenia og Moldova eru øll trý óhugnaliga sterk, so tað verður trupult. Men seinast høvdu vit hóast alt góð úrslit móti Kroatia, Grikkalandi og Italia, so heilt ræðandi er tað nú ikki. Og móti Litava og Andorra kunnu vit kanska gera ein vørr, sigur Bill McLoud Jacobsen.
Eins og við A-landsliðnum er talan um fastar landsliðsterminir hjá U21-landsliðnum. Enn er dystarskráin ikki klár, men terminirnar eru í mars, juni, september, oktober og november mánaði.