Í morgin, hóskvøldið 22. mai frá klokkan 16.30 til 20, verður ruddingardagur í Eysturkommunu.
- Alt ov nógv blaka frá sær á vegin ella í náttúruna, men hvørt ár møta fleiri upp við góðum hugburði at taka upp og fríðka um náttúruna rundanum okkum.
Tað sigur Eysturkommuna, sum heitir á øll í kommununi - ung sum eldri - at taka lut og eftir besta førimuni at rudda upp í náttúruni í og kring um í bygdunum.
- Vit vóna, at fleiri, ið ikki luttóku í fjør, nú kunnu møta í ár. Tað vísir seg, at foreldur og børn alt meira skulu brúka leygardagarnar til ítrótt og annað. Tí valdu vit at taka eitt kvøld mitt í viku í staðin í fjør.
Kommunan sigur, at hetta eydnaðist sera væl, og tí verður hetta aftur gjørt í ár.
- Vit møtast klokkan 16.30 til 17.15 til høsnarunga og kips, ávikavist í skúlagarðinum í Gøtu og í skúlagarðinum í Leirvík. Síðani verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá klokkan 17.15 til klokkan 20.00.
Lagt verður aftrat, at alt órudd verður savnað í hóskandi rúgvur/sekkir fram við vegunum, soleiðis at IRF-bilur og kranabilur sleppa væl til. Óruddið má býtast upp í tað, ið brennir og tað, ið ikki brennir.
- Handskar og plastsekkir verða útflýggjaðir, tá farið verður at rudda - og ananrs so hvørt. Ætlanin er ikki, at henda løtan skal brúkast til rudda út frá egnum urtagarði, kjallara, bilhúsi ella líknandi, sigur Eysturkommuna.










