Eysturkommuna útskrivar ikki loyvir til jarðhitahol

- Fyribils verður einki boriloyvi til jarðhitahol útskrivað, ger borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, greitt í dag.

Í samband við skriv frá Kommunufelagnum herfyri, útskrivar Eysturkommuna einki boriloyvi til jarðhitahol fyribils.

 

Kommurnar hava víst á ein tørv á at fáa nágreinað, hvat innihald er í boristøvinum og restum frá jarðhitaboringum, umframt dálking, ið stendst av borivatninum.

 

Kann veitari av jarðhitaboring veita trygd fyri, at ongar restir, so eitt nú vatn, slam og boristøv, ikki renna út í náttúruna, so kann møguligt loyvi gevast. 

 

- Men, tá skal hetta gerast í tøttum samstarvi við teknisku umsitingina hjá Eysturkommunu.

 

Hetta ger borgarstjórin, Per Martin Gregersen, greitt í dag.

 

##med2##