- Tit birta eina nýggja vón, ið er hart tiltrongd í hesum døgum. Hart tiltrongd fyri alt Føroya land.
Tað segði borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, millum annað í síni heilsan til reiðaríið Varðan, sum í dag kom á Gøtuvík við enn einum nýggjum fari.
Talan er um gott 10 ára gamla Norderweg, sum skal avloysa stívliga 40 ára gamla Saksaberg.
Nógv var gjørt burtur úr, tá skipið seinnapartin kom á Gøtu. Hornarkestrið stóð fyri skipinum, og fleiri røður vórðu hildnar, áðrenn bygdarfólkið og onnur vórðu bjóðað umborð.
Nýggja skipið er til aldurs sum Finnur Fríði, er 64 metrar langt, 13 metrar breitt og lastar umleið 1500 tons. Hartil hevur skipið góða køliskipan, upplýsir Jákup Jacobsen. Skipið fer ætlandi at landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri.
Skipið kostar umleið 90 milliónir krónur.
Norderveg, ið sum nevnt kemur í flotan fyri gamla Saksaberg, skal vera við til at fiska tær kvotur av uppsjóvarfiski, ið reiðaríið í Gøtu vanliga fær tillutað.
12 til 14 mans vera við skipinum hvønn túrin.
Navnið Saksaberg verður tó standandi á gamla skrokkinum, ið nú hevur flutt øll síni fiskirættindi á nýggjari far.
Nýggjasta skipið í flotanum hjá Varðanum í Gøtu ber sum nevnt navnið Tummas T.
Jón Thomsen tók myndirnar.