Eysturkommuna: Skattalætti, hægri barnafrádráttur og íløgur

Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð viðgjørd á býráðsfundi tann 26. oktober. Tær stóru yvirskriftirnar eru skattalætti, hækkaður barnafrádráttur og íløgur fyri smáar 60 mió.

 

Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt á býráðsfundi hóskvøldið 26. oktober, skrivar eysturkommuna.fo.

 

Skattastigið fyri 2024 er ásett at vera 19,9%, ið er ein lækking á 0,6 %, og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 8.500 upp í kr. 9.000 fyri hvørt barnið. 

 

Samlaðu inntøkurnar eru mettar at verða 141 mió. krónur og rakstrarútreiðslurnar hækka við umleið 4,5 %, sum í stóran mun er lønarhækkan. 

 

Av íløgum, ið standa fyri framman, kunnu nevnast skúlaútbygging, vælveruøki, róðrarneystið og útstykking í Syðrugøtu. Eisini eru aðrar smærri verkætlanir við í fíggjarætlanaruppskotinum, og verður øll fíggjarætlanin løgd út eftir 2. viðgerð.