Tað gongur væl fíggjarliga í Eysturkommunu. Á býráðsfundi mánadagin varð ársroknskapurin fyri 2016 viðgjørdur og góðkendur. Samlaða úrslitið í 2016 var eitt yvirskot á 15,1 miljónir krónur.
- Eysturkommuna hevur nú onga nettoskuld, men eina nettoogn á 8,4 miljónir krónur, sigur býráðið í dag.
Kommunan er sostatt fíggjarliga væl fyri. Inntøkurnar frá kommunuskatti í 2016 vóru 82 miljónir krónur, sum er út við 4,4 mijónir meira enn í 2015. Inntøkurnar frá felagsskatti vóru 13,7 miljónir, sum er tríggjar miljónir krónur meira enn árið fyri.
Fyri árið í ár eru stívliga 40 miljónir settar av til løgur, eitt nú til barnagarð í Gøtu, jarðarkeyp og útstykkingar, nýggja tilbúgvingarstøð, spillivatnsskipan, nýggja býráðshúsið, liðugtgerð av Sarpugerði.
- Haraftrat er peningur settur av til fleiri aðrar smærri íløgur, siga tey í Eysturkommunu í dag.









