Eysturkommuna hevur í nøkur ár arbeitt við at gera nýggja býarskipan og byggisamtykt. Hetta hevur verið ein avbjóðing, tí Leirvíkar kommuna og Gøtu kommuna eru lagdar saman í eina kommunu.
Kommunan sigur, at tað, sum er sermerkt við hesum stóra arbeiði, er, at kommunan fyrst hevur arbeitt við at gera eitt bygdaratlas fyri bygdirnar - eitt atlas, sum lýsir søguna hjá bygdunum og verandi støðu.
- Síðani hevur verið arbeitt við visiónsstrategi sum lýsir, hvørjar ætlanir kommunan hevur. Út frá hesum arbeiði er nýggj býarskipan og byggisamtykt gjørd.
Lagt verður aftrat, at fleiri broytingar eru gjørdar í nýggju byggisamtyktini.
- Eitt nú verður nettonýtslustig ikki brúkt longur, fleiri økir eru bólkað í serstaka byggisamtykt, økir eru umhvørvisflokkað, byggistig eru flokkað og ikki at gloyma er nú ein byggisamtykt fyri allar bygdirnar í staðin fyri tvær byggisamtyktir, sigur Eysturkommuna í kvøld.










