Fyri tveimum vikum síðani flutti øll umsitingin hjá Eysturkommunu inn í Brimborg við Gøtugjógv, og har verður hon verandi í trý ár.
Hetta samsvarar ikki við samanleggingarsáttmálan í Eysturkommunu, tí í henni stendur, at ráðhúsið skal vera í Norðragøtu. Men tað verður arbeitt við hesum sáttmálabroti.
- Vit hava sett ein arbeiðsbólk, sum skal kanna møguleikarnar fyri einum nýggjum ráðhúsi í Norðragøtu. Vit hava arbeitt við fleiri møguleikum. Ein er at hava tað har uppi í bygdini, ein er mitt í bygdini og ein er á niðanfyri fótbóltsvøllin, greiðir Jóhan Christiansen, borgarstjóri, frá. Hann veit tó ikki at siga, júst nær arbeiðsbólkurin skal koma við tilmælinum, men hann roknar við, at tað verður áðrenn arbeiði við næstu fíggjarlóg skal byrja.
- Vit hava leiga okkum inn á Brimborg í trý ár, og tá er ætlanin at flyta inn í nýggja ráðhúsið, og hóast tíðirnar ikki eru so góðar, so meta vit tað vera realistiskt at byggja eitt ráðhús fyri eina 10 milliónir krónur, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at sjálvandi má ein kommuna hava eitt ráðhús.
- Tað er nokk ongin kommuna, sum ikki eigur eitt hús at vera í, sigur hann.










