Millum klokkan 14 og 17 verður almenn móttøka í nýggju hølunum hjá Eysturkommunu, við Gøtugjógv Eysturkommuna hevur fingið sær skrivstovuhøli við Gøtugjógv, og í tí sambandiu verður almenn móttøka seinnapartin.
Í samband við móttøkuna verður nýggja búmerkið hjá Eysturkommunu avdúkað, borgarstjórin flytir fram røðu, og okkurt gott verður at fáa, bæði til vaksin og børn.
Fólk fáa somuleiðis høvi at hyggja seg um í húsinum og fáa eitt gott prát við politikarar og starvsfólk hjá kommununi.