Eysturkommuna mótmælir mismuni

– Vit hava gjørt eina raðfesting á eldraøkinum, meðan aðrar kommunur ikki hava gjørt tað. Tí kunnu vit ikki góðtaka, at okkara borgarar, sum hava rindað nógv mest fyri eldraøkið, nú uttan víðari skulu javnsetast við borgararnar í øðrum kommunum, tí tað er mismunur.

Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, ið finst at kunngerðini frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, ið vil hava, at upptøkunevndirnar samsvara við tey seks økini.

– Eysturkommuna hevur fyrr mótmælt hesum ætlanum, og fer eisini at gera tað aftur. So vit kanska velja at rinda landinum stuðulin til sambýlini aftur, so vit kunnu eiga og reka tey heilt og fult sjálvi, sigur hann.

Hoyrið niðanfyri samrøðu við Jóhan Christiansen: