Umhvørvisstovan hevur nú góðkent enn eina kommunala spillivatnsætlan. Hetta er ætlanin hjá Eysturkommunu. Tað merkir, at nú hava tilsamans 21 av 30 kommunum eina góðkenda spillivatnsætlan.
- Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra eina góðkenning til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri, sigur Umhvørvisstovan, sum annars kunnar um kærurættin á síni heimasíðu.
Fýra spillivatnsætlanir eru enn til viðgerðar hjá Umhvørvisstovuni, og hetta eru ætlanirnar hjá Fuglafjarðar-, Sørvágs-, Tórshavnar-og Vága kommunum.
- Klaksvíkar-, Sands-, Sunda-og Runavíkar kommuna hava eisini latið inn spillivatnsætlan, men kunnu hesar ætlanir ikki góðkennast. Orsøkin er, at ætlanirnar ikki lúka treytirnar í spillivatnskunngerðini við tað, at sambært hesum ætlanum verða spillivatnsviðurskiftini í hesum kommunum ikki komin í rættlag innan hin 1. januar 2015, ið annars er ásett sum freist í kunngerðini.
Grundgevingin hjá hesum kommunum fyri ikki at verða lidnar innan 2015 er, at tað fíggjarliga ikki letur seg gera.
- Sambært ætlanunum hjá hesum kommunum, verður Sunda kommuna liðug í 2015, Klaksvíkar kommuna innan 2020, Sands kommuna innan 2025 og Runavíkar kommuna innan 2030, sigur Umhvørvisstovan.
Lagt verður aftrat, at ein kommuna hevur ikki latið inn nakra ætlan, og er tað Skopunar kommuna. Henda ætlan verður latin Umhvørvisstovuni fyrst í komandi ári.










