Tað vóru tey eysturevropeisku londini, ið gjørdust sigursharrar í Eurovision hálvfinaluni. Níggju av teimum tíggju londunum, ið kvalifiseraðu seg til finaluna vóru úr Eysturevropa. Hvørki Ísland, Danmark ella Noreg megnaðu at koma longur enn hálvfinaluna. Luttakararnir úr hesum londum kunnu sostatt longu í morgin árini fara heim úr Finlandi. Turkaland var einasta landið av teimum sum komu víðari, ið ikki var úr Eysturevropa.
Tey løgini, ið komu í finaluna eru:
Bulgaria: Elitsa Todorova & Stoyan Yankoulov - Water
Hvíta Rusland: Koldun - Work Your Magic
Georgia: Sopho - Visionary Dream
Serbia: Marija ?erifović - Molitva
Makedonia: Karolina - Mojot Svet
Ungarn: Magdi Rúzsa - Unsubstantial Blues
Slovenia: Alenka Gotar - Cvet Z Juga
Letland Bonaparti.LV - Questa Notte
Moldova: Natalia Barbu - Fight
Turkaland: Kenan Doģulu - Shake It Up Shekerim
Í finaluni skulu hesi løg kappast við tey 14, ið frammanundan eru í finaluni, tey seks eysturevropeisku londini: Bosnia og Hersegovina, Litava, Ukraina, Russland, Rumenia og Armenia. Sostatt vera 16 av 24 løgum úr Eysturevropa. Umframt hesi vera Spania, Írland, Finland, Grikkaland, Svøríki, Frakland, Týskland og Ongland í finaluni leygardagin.