Eysturbúgvin inn við eini 60 tonsum

Í dag er Eysturbúgvin komin á Sand at landa til Sandoy Seafood.

Sambært heimasíðuni bkv.fo hevur hann eini 60 tons av upsa. Skipari er Jákup Andr. Thomsen. Annars var Columbus á Sandi fríggjadagin, meðan hini bæði skipini, Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landaðu 102 tons á Tvøroyri mikudagin.