Eysturbúgvin fullfermdur á Sandi

Sandoy: Týsdagin landaði Eysturbúgvin á Sandi. Teir partrola við Vesturbúgvanum, sum landaði í Vestmanna. Bæði skipini vóru full undir lúkurnar við upsa.

Bæði á Sandi, har tann stóri fiskurin verður flaktur og saltaður og í Skopun, har tey flakaskera, er gongd komin á aftur.Aðrar størri landingar hava ikki verið til virkini í Sandoynni hesa vikuna, men nakað er komið uppá land av útróðrarfiski.

Útróðrarbátar
eisini í Skopun
Á Sandi og í Skopun eru lutfalsliga nógvir útróðrarbátar. Tá ið viðrar, og fiskur er at fáa, kemur væl av útróðrarfiski uppá land í oynni.Skipanin millum virkini hjá Sandoy Seafood er hon, at øll tey størru skipini landa á Sandi. Har eru havnaviðurskiftini betri enn í Skopun, og tí eru landingaramboðini eisini á hesum staðnum, eitt nú kranar og maskinan, sum skilir fiskin.
- Vit taka tó ímóti fiskinum hjá útróðrarbátunum í Skopun og teimumútróðrarmonnum, sum vilja leggja fiskin upp her, t.d. hestmonnum og havnamonnum. Onkur 50-tonsari hevur eisini verið her í Skopun, men generelt landa øll tey størru skipini á Sandi, siga tey í Skopum.

Smái fiskurin
verður skorin
Seinastu dagarnar hevur viðrað illa, men sum skilst, kemur væl av útróðrarfiski uppá land í Skopun, tá ið roynandi er hjá bátunum. Og soleiðis var eisini fyrr í hesi vikuni.
- Tá ið útróðrarbátarnir koma við toski, fer allur tann stóri fiskurin til Sands til flekingar og saltingar, meðan tann smái toskurin verður skorin her á virkinum, siga tey á Sandoy Seafood í Skopun.
Í Skopun eru einir 10 útróðrarbátar, sum royna við línu og snellu.