Eysturbúgvar búgva seg út

Felagið Eysturbúgvar, sum er áhugafelag fyri íbúgvarnar í eysturbýnum í Havn, hevur fingið nýggja heimasíðu.

Eisini hevur felagið stórar ætlanir um grannalagið sum heild

Nevndin í felagnum Eysturbúgvar hevur veruliga brotið upp um armar seinastu tíðina.

Millum annað hevur felagið júst fingið nýggja heimasíðu, har upplýst verður um virksemið felagsins.

Bæði um føstu tiltøkini, so sum føstulávints- og nýggjaárhaldið, og um nevndarfundir, avgerðir og

ætlanir hjá felagnum annars. Harumframt hevur heimasíðan eitt kjaktorg, har limir og grannar sleppa

til orðanna.

- Vit vóna, at fleiri fara at nýta kjaktorgið á síðuni at siga sína hugsan um, hvat tey halda at felagið skal

brúkast til, sigur nevndin á heimasíðuni.

Felagið Eysturbúgvar fevn ir um grannalagið í Eysturbýnum í Havn. Frá Jónas Bronx niðan í Eyst urskúlan

og har um leiðir. Her búgva fleiri túsund fólk, sum øll kunnu fáa gleði av felags tilboðum og økjum í grannalagnum.


Sjeina spæliplássið

Komandi tíðina fer nevndin eisini at gera sítt til at fáa fleiri gjaldandi limir í felagið. Eitt nú við at ganga

hurð á hurð í grannalagnum, so fólk kunnu seta seg fyri fasta flyting av limagjaldi.

Eisini verður ein faldari borin í hvørt hús í Eysturbýnum. Limagjaldið er 150 krónur árliga fyri húskið.

Ein miðdepil í grannalagnum er gamla spæliplássið við Túnini í Bókbindaragøtu / Krossgøtu / Eysturstræti. Felagið hevur ætlanir um at seta spæliplássið í stand, og tí verður skipað fyri ar beiðsdøgum komandi tíðina har sjálvboðin seta upp eitt spæli torn, nýggj fótbóltsmál og eina stóra felags grill.

Til hetta arbeiðið er brúk fyri røskum eysturbúgvum, sum kunnu taka eina hond í mánakvøldið 8. juni og mikukvøldið 10. juni, bæði kvøldini kl. 19.00.


Kross í kalendaran

Gongst sum Eystur búgvafelagið ætlar verður alt komið uppá pláss, tá ið árligi ruddingar- og grilldagurin verður fríggjadagin 19. juni. Felagið hevur bjóðað umboðum fyri Tórshavnar Kommunu, sum

hevur staðið fyri fígg ingini, framvið at siga nøkur orð, meðan børnini klintra og sparka og tey vaksnu royna

nýggju grillina.

Heima síðan hjá felagnum eitur: www.eysturbugvar.com, og er myndin lænt av heimasíðuni.