Eystur kommunu hevur omanfyri 30 ung í arbeiði

- Aftur í ár hevur Eysturkommuna skipað fyri verkætlanini ‘Ung í Arbeiði’, har ungir eysturbúgvar, ið júst eru lidnir í 9. flokki, hava møguleika at ogna sær nakrar arbeiðsroyndir í summarfrítíðini. Hetta skrivar heimasíðan hjá Eystur kommunu.

Omanfyri 30 ung hava nú í eina viku starvast fyri kommununa við at fríðka um umhvørvið í bygdunum í Eysturkommunu, og tey halda áfram í hesa vikuna afturat.

- Tey hava verið ófør, sigur Jonhard Joensen, arbeiðsformaður, ið hevur ábyrgd av unga arbeiðsflokkinum. Tað er gott hjá teimum at sleppa at royna seg sindur innan arbeiðslívið meðan tey ganga í skúla, og samstundis vinna sær sindur av peningi.

Tey ungu lúka, raka gras, rudda framvið áum og gøtum, umvæla og fríðka um spæliplássi í Syðrugøtu, hjálpa til at gera sniðgøtur í Syðrugøtu og Leirvík, og velta og planta saman við gartnaranum.

Høvuðstættirnir í hesi verkætlan, ið hevur verið nýtt í kommunum kring landið í mong ár, er at ung fáa ein møguleika at venja seg við arbeiðslívið og at vinna sær pening, samstundis sum umhvørvið í kommununi verður fríðkað, skrivar eystur.fo.