Alt ov lítið súrevni er í Eystrasalti, og sambært einari svenskari kanning er danski landbúnaðurin tann stóri syndarin Sviar siga, at danski landbúnaðurin letur nógv meiri køvievni á sjógvin enn landbúnaðurin í Týsklandi, Svøríki og Póllandi.
Tað eru serliga teir stóru svínastallarnir, sum fáa skyldina, men tað undrar danskar politikarar. Teir vísa á, at tann mesta svínaalingin er í Eysturjyllandi og kann tí ikki hava stóra ávirkan á viðurskiftini í Eystrasalti.
Tað eru teir svensku myndugleikarnir, sum hava latið kanningina gera, skrivar Jyllandsposturin.