Leygarkvøldið mundi enda heilt galið, tá farmur varð fluttur umborð á farmaskipið Eystnes hjá Smyril Line. Tá ein trailari skuldi koyra eina bingju umborð, for skipið brádliga útfrá. Har við fór rampan undan trailaranum, ið endaði við at hanga hálvur út av rampuni og niður á sjógv.
Les eisini: Trailari mundi farið á sjógv.
Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur at tilburðurin nú verður kannaður, men at eingi fólkaskaði stóðst av tilburðinum.
- Tað vóru fleiri viðurskiftir, ið leiddu til tilburðin. Skipið var ikki nóg væl bundið, og tá tað samstundis var ringt veður, nógvur vindur og nógvur súður í havnarlagnum, so gekk gali. Tað vit nú kanna er hví skipið ikki var betri bundið, sigur stjórin í stuttari viðmerking við in.fo.
Eftir ætlan ferð Eystnes av Havnini í annaðkvøld.

Eystnes var ikki nóg væl bundið





