– Partarnir tosa saman, og eg vænti, at vit fara at finna eina loysn, so at suðuroyingar eisini fáa olju, sigur Rúni V. Poulsen.
Eystnes og Hvítanes sigla ávíkavist mánadag og týsdag av Havnini, og tá skuldi møguliga borið til at lagt at á Drelnesi á vegnum við nøkrum oljubilum.
– Tað er ymiskt, ið skal upp á pláss fyrst, men eg vænti, at vit fara at finna eina loysn áðrenn týsdagin, sigur Rúni V. Poulsen.
Vanliga eru oljubilar farnir til Suðuroyar við Smyrli, men skiparin á Prince sigur nei til at taka oljubilar við.
– Manningin umborð á Prince vil ikki kennast við føroysku loyvini um flyting av vandamiklum farmi. Tískil sleppa tangabilar frá EFFO og Magn ikki um Suðuroyarfjørð við Prince, segði Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landins við KVF á middegi.
##med2##
Føroysku krøvini eru øðrvísi, enn tey á Kýpros, har skipið kemur frá.
Neyðugt er at finna eina loysn, so at brennievni í Suðuroynni ikki verður uppi, áðrenn Smyril er aftur úr dokk.
Støðan kom óvart á. Roynt er at samskifta við skiparan um málið, men hann heldur fast við lóggávuna, har skipið er skrásett, tí tað kann fáa avleiðingar fyri skipið, um hetta ikki verður gjørt.