Eystasta farleiðin nú kannast

Í næstum fer stjórin á Strandafaraskipum Landsins, Reidar Nónfjall, at seta ein arbeiðsbólk, sum skal kanna farleiðina til eystastu bygdirnar í Føroyum, Fugloy og Svínoy.

Enn er hol ikki sett á tær 300.000 kr., sum Føroya Løgting í vár samtykti á eykajáttanarlógini til at kanna farleiðina til eystastu bygdirnar í Føroyum, Svínoy og Fugloy. Upprunaliga vórðu 5 mill. kr. settar av til at longja strandfaraskipið Másan, men Skipaeftirlitið sýtti fyri at geva loyvi til hetta.

Um svínoyingar og fugloyingar fáa nýggja ferju ella eina brúkta ella onkra triðju loysn, torir Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, ikki at siga í løtuni.

­ Einki ítøkiligt er farið í gongd enn, men tað verður skjótt. Í løtuni gera vit fyrireikingararbeiðið til kanningarnar, sum skulu gerast á farleiðini. Sama mannagongd verður brúkt, sum tá ið tørvurin á Sandoyar farleiðini skuldi kannast og metast. Tað vil siga, at ein innanhýsis bólkur verður settur við umboðum fyri umsitingina á stovninum, manningina umframt eg sjálvur, sigur Reidar Nónfjall, stjóri.

- Tá ið tað er sagt, má eg eisini vita, hvat er politiskt møguligt. Vit kunnu gera forarbeiðið, so er tað gjørt. Tá ið 300.000 kr. eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár, er tað ikki heilt við síðuna at vit spakuliga fara undir fyrireikingarnar.


Kenna umstøðurnar

Fyri stuttum vóru stjórin og leiðslan annars á Strandfaraskipum Landsins í Svínoy og Fugloy á kunningarferð. Og tey fingu væl burtur úr.

- Vit fingu ein varhuga av, hvussu fólkið búleikast og undir hvørjum fortreytum tey liva. Eisini fingu vit at vita, hvussu manningin á Másanum arbeiðir, hvørjar fortreytir eru galdandi í teirra arbeiði. Og tað var alt mikið áhugavert, sigur Reidar Nónfjall.

Másin, sum varð bygdur í 1959 og stórtsæð hevur røkt farleiðina til Svínoyar og Fugloyar síðani, hevur tænt fyri seg. Tíðin er farin frá honum bæði viðvíkjandi fólka- og farmaflutningi, og fólkini á hesum oyggjum dylja ikki fyri, at eitt nýtt skip er besta og einasta loysnin. Meðan Másin var á skipasmiðju fyrr í vár, var Súlan sett inn í staðin, og hesa loysnina vóru svínoyingar og fugloyingar sera ónøgdir við.

- Vit eru til fyri at røkja útjaðarauppgávurnar. Sjálvandi hava vit áhuga í at loysa uppgávurnar, vit hava, so væl sum til ber. Tað eru ymiskir mátar at gera tað uppá. Eitt kann vera ferðaætlanin, annað skipini tú brúkar og so víðari. Um eitt nýtt skip verður bygt ella keypt til farleiðina til Svínoyar og Fugloyar skulu vit finna út av, sigur Reidar Nónfjall.


Ólagaligt samband

Ein bági hjá fólkunum í Svínoy og Fugloy hevur eisini verið ferðaætlanin. Tey hava verið ónøgd við, at so fáir túrar verða gjørdir. Um veturin ber ikki til at sleppa til og frá oynni sama dag, ei heldur hvønn dag. Og fólkið á staðnum hevur víst á, at hesi viðurskifti hava avgerandi týdning fyri trivnaðin. Í summarferðaætlanini eru tó fleiri túrar.

- Tey hava ynskt fleiri túrar, men út frá ferðafólkahagtølum hava vit gjørt eina meting og hareftir lagt ferðaætlanina. Tørvurin hjá teimum er ikki so nógv at koma til og frá arbeiði. Vit meta um støðuna alla tíðina, hyggja at tørvinum og gera broytingar um neyðugt. Sjálvandi hava vit áhuga í at hava nøgdar kundar, sigur Reidar Nónfjall at enda.