Eystanstevnan í Sosialinum

Summarstevnur

Eystanstevna verður hetta vikuskiftið, og fara vit í Sosialinum í morgin at gera nógv burtur úr stevnuni og Runavíkar-økinum sum heild.
Vit fara at greiða frá nøkrum av teimum tiltøkum, sum eru í fjølbroyttu skránni yvir stevnuna, og vit fara at skriva um feløgini, sum skipa fyri.


Samrøður

Eitt tað mest áhugaverda við hesum tilfarinum verður ivaleyst samrøður við
fólk, sum eru knýtt at Runavíkar-økinum. Soleiðis fara vit at tosa við eitt nú hýruvognsførara, sum hevur koyrt hýruvogn í nógv ár, men sum nú er givin at koyra, og vit fara eisini at tosa við barberin, sum hevur klipt einum ótali av fólki, tey mongu árini, hann hevur fingist við hetta yrki.
Vit fara at tosa við prest um, hvat hann fer at siga í prædikuni sunnudagin, og vit fara at tosa við onnur fólk í økinum.
Somuleiðis fara vit at greiða frá, hvat hendir í Runavíkar kommunu, og ein
heilsa verður eisini frá býráðsformanninum.