Eystanstevna oman á bryggjuna

Stevnuøkið á eystanstevnu hevur seinastu árini verið á Heiðavegi uttanfyri býráðskrivstovuna. Í ár hevur eystanstevnunevndin gjørt av at royna nýggjar leiðir og hevur valt at flyta stevnuøkið oman á havnalagið við parkeringsøkið hjá Faroe Origin

Fyri nógvum árum síðan var stevnuøkið á eystanstevnu niðri á bryggjuni, men hevur seinnu árini ferðast um í Saltangará.
- Nýggjar og gamlar leiðir renna nú saman aftur, og stevnuøkið verður nú aftur á havnalagnum - á parkeringsøkinum hjá Faroe Origin.
Fyrireikararnir vóna, at nýggja stevnuøkið fer at skapa ein hugnaligan dám, har stevnubásar, hoppiborgir, bátar og kampingvognar saman við ymiskum øðrum upplivingum fara at renna saman í eitt hugnaligt stevnuvikuskifti.