Í sambandi við stevnuna er eitt serstakt stevnuøki sett upp, har tiltøk av alskyns slagi verða hesar komandi dagarnar. Tiltøkini her eru so nógv í tali, at ein serstøk skrá er gjørd fyri hetta økið.
Eystanstevnan verður annars sett leygardagin kl. 14, tá ein skrúðgonga fer frá Glyvra skúla og út á stevnuøkið. Her fer Nes Sóknar Musikkfelag at spæla og kórið hjá Jóhan at syngja. Tað verður formaðurin í mentanarnevndini, Hans Petur Ellingsgaard sum setir stevnuna.
Síðani heldur stevnan fram við tiltøkum bæði fyri børn, ung og tilkomin av ymiskum slagi. Í veruleikanum byrjaðu fyrstu tiltøkini longu mánakvøldið við fótbóltsdysti í 3. deild millum NSÍ og B68.
Ilt er at spáa um veðrið, men skal ein ganga eftir tí sum skilamaðurin Petur Skeel Jacobsen sigur, so kann væntast regn av og á leygardagin.
Fyrrapartin sunnudagin verður ælingur, men annars verður turt henda dagin. Hitin verður alt vikuskiftið millum 12 og 15 stig.
Veðrið má sær kortini ráða, eins og tað hevur gjørt tað tey undanfarnu 45 árini, tá fólk úr øllum ættum eru savnað saman her í Runavík. Soleiðis verður uttan iva eisini í ár, hvat enn so veðurforsøgnirnar siga.
Góða eystanstevnu!