Sunnudagin hin 8. desember - tað er í morgin - heldur kórið Eystanljóð tvær jólakonsertir.
Onnur verður í Oyndafjarðar kirkju klokkan 16, og hin í Gøtu kirkju klokkan 19.30.
Á skránni eru fyrst og fremst traditionellir føroyskir jólasangir og nakrir enskir jólasangir uttan fylgispæl.
Kórið fer eisini at syngja tveir sangir við klaverfylgispæli.
Frælsisnátt er jólasangur, ið Jostein Petersen hevur yrkt til lagið Edelweiss, og so er tað góði gamli klassikarin, Halga Nátt, har Anne Mette Greve Clementsen syngur solo, og Martin Restorff Jacobsen spælir á klaver.
Kórleiðari hjá Eystanljóð er nólsoyingurin Leif Hansen, sum er búsitandi í Fuglfirði. Hettar er triðja árið, at Leif stjórnar kórinum, sum telur umleið 30 fólk.
Árliga jólakonsertin hjá Eystanljóði er fyri mong vorðin ein fastur og týðandi partur av tí at gera seg til reiðar til jólini og koma í jólahýri.
Eftir konsertina í Gøtu verður boðin ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum.