Eitt hendingarík, mennandi og gevandi ár er lagt aftur um, og eitt nýtt stendur fyri framman. Hjá kórinum Eystanljóð verður farið undir eitt nýtt sangár við góðum treysti.
Kórið venur týskvøld, og kórleiðari er Leif Hansen, sum er nólsoyingur, búsitandi í Fuglafirði.
- Í vár er føroyskur og norðurlendskur kórtónleikur á skránni, siga tey.
Lagt verður aftrat, at í døgunum 25.-27. apríl skipar Eystanljóð fyri árligu kórstevnuni, har fólk úr øllum landinum savnast til sang og hugna.
Kórstevnan verður væntandi hildin á miðnámsskúlunum á Kambsdali.
Miðskeiðis í mai er ætlanin at fara kórferð til Danmarkar og Svøríkis.
- Hava fólk hug at verða partur av Eystanljóði, er møguleiki til tess, tí kórið hevur brúk fyri fleiri sangarum, siga tey, sum standa aftanfyri Eystanljóð.