Nú farið verður undir nýtt sangár týskvøldið, tørvar kórinum Eystanljóð nýggjar sangarar.
Í kórinum eru umleið 25 fólk í ymsum aldri, og pláss er fyri fleiri. Á skránni í vetur verður fyrst og fremst vant til jólakonsertina, sum verður í Gøtu kirkju 6. Desember. Vant verður verk eftir Fauré, og eisini verður kendur jólatónleikur á skránni.
Á páskum ella tíðliga komandi heyst er ætlanin at fara uttanlandatúr.
Kórleiðari er Petur Martin Johannesen, úr Klaksvík, sum nú fer undir sítt 3 ár sum kórleiðari hjá Eystanljóð. Petur Martin hevur tónleikaútbúgving og starvast sum lærari á Føroya Musikkskúla.
Kórið byrjar nýtt sangár týskvøldið 15/9-09. Hevur tú hug at vera við, so er bara at møta upp til venjing týskvøldið kl. 19.30. Vant verður í 1929 bygninginum í skúlanum við Gøtugjógv.
Hevur tú okkurt at spyrja um, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mariu Gregersen tlf. 272714 ella Sigvør Laksá, tlf 219570.