Eystankórið várkonsert

Tað verður ikki bara Havnarkórið, sum fer at vísa sínar dygdir um vikuskiftið. Eystankórið fer eisini at hava konsert leygardagin

Rættiligt lív er í føroyskum kórtónleiki og hevur verið tað leingi.

Kórsstevnan verður um ikki langa tíð og kórini eru komin væl áleiðis við fyrireikingunum.

Um vikuskiftið fer Eystankórið at vísa eysturoyingum hvat kórið dugir, og konsertin verður í Runavíkar Skúla sunnudagin 9. mai klokkan 19.00.

Skráin er sera fjølbroytt og bæði føroyskir og útlendskir sangir vera á skránni