Eymir spurningar um kynsligan ágang

Sirið Stenberg fer at spyrja løgmann, um ætlanin er at broyta - ella avtaka - fyrningarfreistina, tá ræður um kynsligan ágang.

Í morgin fer løgtingskvinnan hjá Tjóðveldi, Sirið Stenberg, at spyrja løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, um ætlanin er at gera broytingar soleiðis, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang, koma inn at sita beinanvegin.

 

Hon fer eisini at spyrja løgmann, um ætlanin er at broyta - ella avtaka - fyrningarfreistina.

 

- Tað er serliga hugstoytt at uppliva, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang, í tíðarskeiðnum, meðan tey bíða eftir at koma inn at sita, hava gjørt seg inn á onnur børn.

 

Sirið Stenberg vísir í hesum sambandi til tíðindi í miðlunum fyri viku síðan.

 

- Tað er bráðneyðugt at fáa fyribyrgt, so slíkt ikki endurtekur seg.

 

Løgtingskvinnan heldur tað eisini vera undarligt, at tann, sum hevur forbrotið seg - og offurið - skulu fylgjast út úr rættarsalinum eftir dómsúrskurð, og bíðitíð er at koma inn at sita.

 

- Tey, sum eru offur, uppliva hetta sum at vera offur av nýggjum. Hvar gongur markið fyri, nær man skal inn at sita beinanvegin, og nær man kann bíða í mánaðir?

 

Sirið Stenberg heldur tað eisini vera undrunarvert, at slík mál kunnu fyrna í rættarligum høpi.

 

Í morgin fer Sirið Stenberg eisini at venda sær til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í lógarmálum um spurning viðvíkjandi kynsligum ágangi. 

 

Hon fer at spyrja landsstýriskvinnuna, nær væntast kann, at heildarætlanin móti kynsligum ágangi verður liðug.

 

- Fyri tveimum árum síðan varð uppskot um at fáa eina heildarætlan móti kynsligum ágangi lagt fyri løgtingið. Uppskotið varð einmælt samtykt hin 1. mai 2013.

 

Sirið Stenberg vísir á, at ætlanin við upp­skotinum var at fáa styrkt arbeiðið viðvíkjandi kynsligum ágangi út frá øllum viðkomandi sjónarhornum - frá fyribyrging, viðgerð, hjálp til familju og avvarðandi, fyrningarfreist og viðvíkjandi avhoyring og øðrum.

 

- Aðalmálið var, at heildarætlanin skuldi lýsa øll neyðug átøk at basa kynsligum ágangi. Tað veri seg í øllum relevantum aðalráðum og alt lívstíðarskeiðið.

 

Løgtingskvinnan ásannar, at batar tíbetur eru framdir, eitt nú við barnahúsinum og skerpaðu fráboðanarskylduni, men enn er nakað eftir á mál.

 

Hetta eru munnligir fyrispurningar frá Sirið Stenberg, sum ávikavist løgmaður og landsstýriskvinnan skulu svara á tingfundi í morgin.