Eymar rumpur í Team Rynkeby

Føroyska Rynkeby-liðið er komið til Hollands, eftir næstan 8 tímar á súkkluni. Tað merkist!

Team Rynkeby Føroyar er í dag komið til Hengelo í Hollandi. Túrurin var á 206 kilometrar frá Owschlag í Týsklandi til Hengelo, stutt innanfyri markið í Hollandi.

 

Túrurin í dag gekk væl. Talan var um eina slætta rutu eftir góðum vegum. Hóast onkran ágangandi bilist í Hollandi, so var einki at seta fingurin á.

 

Tað merkist á liðnum, at tað hava verið nógvir tímar á súkkluni seinastu tveir dagarnir. Serliga er tað rumpan, sum er eym hjá fleiri. Hetta dugdi skemtarin á túrinum, Jan Gardar, at fáa øll at smílast eftir, sum sæst á myndini.

 

Í morgin gongur leiðin umvegis Týskland til Genk í Belgia. Aftur er talan um ein drúgvan túr uppá yvir 200 kilometrar. Nágreiniliga 216 kilometrar um alt gongur sum ætlað.