Rás 2 hevur vanliga sína fyrstu tíðindasending klokkan 11, men eins og í gjár koma eydasendingar á skránna í sambandi við, at Jacob Vestergaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaðuri í gjár Fólkaflokkurin fer eftir øllum at døma at velja nýggjan landsstýrismann í morgin, ístaðin fyri at lata Bjarna Djurholm røkja innlendismál, sum løgmaður kunngjørdi í gjár.
Klokkan 10 er innkallað til fundar á Gamla Apoteki, har Fólkaflokkurin skal viðgera politisku støðuna, eftir at løgmaður í gjár koyrdi Jacob Vestergaard frá sum landsstýrismann í innlendismálum í sambandi við handfaringina av skiparunum á Smyrli.
Rás 2 hevur eykasending klokkan 10, tá tingmanningin hjá Fólkaflokkinum kemur saman og skal avgera, um nýggjur maður ella kvinna skal veljast fyri flokkin í landsstýrið.´
Longu í gjár var greitt, at Fólkaflokkurin ikki fer at slíta samgonguna upp á spurningin um frákoyrda landsstýrismannin.