Eykasýningar við Meylu og Knøtti

Seinastu sýningarnar av ‘Lort í býin – megashow við Meylu & Knøtti’ verða sunnudagin

Nú sunnudagin 22. oktober eru Meyla & Knøttur aftur at síggja og hoyra í stóra salinum í Norðurlandahúsinum. Saman við The Dreams, dansigentum, fimleikarum og dreingjakóri fara Meyla & Knøttur aftur at syngja, dansa og skemta sær saman við áskoðarunum – stórum og smáum – tí megashowið spennir víða. Borðreitt verður við øllum frá kórsangi til punk, ballet og  hip hop. Spennandi verður eisini at síggja, um Meyla framvegis hevur miskilt, hví hon er í Norðurlandahúsinum, ella um Knøttur hevur fingið eina nýggja fartelefon.
Tilsamans hava fleiri enn 1000 fólk sæð tær tríggjar sýningarnar av ‘Lort í býin’, ið vóru í  Norðurlandahúsinum vikuskiftið 30. september og 1. oktober.  Tær seinastu sýningarnar av ‘Lort í býin’ vera nú sunnudagin 22. oktober kl. 17 og 19 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki eru at fáa í Norðurlandahúsinum og Kunnigarstovunum í Havn og Runavík.