Skemtileikurin ?Stundum - stundum ikki? sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag framførir, verður sýndur í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Leikurin hevur gingið í Løkshøll síðani seinast í januar, og hetta vikuskiftið verður hann sýndur í Havn.
Umframt at leikurin verður sýndur í kvøld kl. 20 og sunnukvøldið kl. 19, verður ein eyksýning mánakvøldið kl. 19.30, siga fyrireikararnir.