Eykamennirnir hjá AaB fáa kjansin

Dystarskráin hjá AaB er ógvuliga umfatandi. Mánakvøldið leiktu teir ímóti Esbjerg á heimavølli, í SAS-liguni. Tann dystin vann AaB 2-0. AaB er eisini í UEFA Cup-bólkaspælinum, og eru teir enn í steypakappingini. So besta liðið hjá AaB hevur eina sera umfatandi dystarskrá, sum terir uppá leikarnar. Mikukvøldið er so dystur hjá AaB í steypakappingini. AaB hevur biðið Vejle um at fáa dystin í Vejle útsettan, men leiðslan í Vejle hevur sýtt fyri hesum. Hetta hevur veikt vreiði í AaB, og ikki minst hjá venjaranum; Erik Hamrén. Hamrén sær ikki nakran annan møguleika, enn at senda eina rúgvu av eykamonnum inn á vøllin í Vejle. Vónandi verða Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen millum teir 11, sum byrja inni. Tað hevði verið kærkomin dystarvenjing á hægsta støði.