Eykamálverjin tekur yvir

AB heintar ongan nýggjan málverja inn fyri at avloysa skadda Heðin Stenberg

Í føroyskum fótbólti er ofta sæð fyrr, at feløgini hava fingið sær nýggjar málverjar, tá ið fyrstavalið ikki fær staðið í mál. Millum annað gjørdi HB hetta í fjør, tá Teitur Gestsson gjørdist skaddur. Tá var tað Heðin Stenberg, ið varð heintaður úr AB at verja HB-málið í tveimum dystum. Tá ið Teitur Gestsson gjørdist klárur aftur, fór Heðin síðani aftur til AB. Heðin Stenberg var eykamálmaður hjá AB um tað mundið.

 

Nú er Heðin Stenberg í umvendu støðuni, tí at nú er tað hann, ið er tann skaddi fyrstavalsmálverjin. Thomas Juul Thomsen, ið er ítróttarstjóri í FC Argir, sum tekur sær av Effoliðnum hjá AB, váttar tó fyri in.fo, at AB ikki ætlar sær at heinta nakran málverja uttanfyri felagið.

 

- Vit gera onki við málmansstøðuna. Eykamálverji okkara, Niklas Thomsen, tekur yvir komandi vikurnar. Tað er ongin orsøk at hava eykamálmann, um hann ikki sleppur at spæla, tá ið brúk er fyri honum, sigur Thomas Juul Thomsen í viðmerking við in.fo

 

Niklas Thomsen hevur sitið á bonkinum í nógv teimum flestu dystunum hjá fyrstaliðnum hjá AB í ár. Eisini hevur hann hevur vart málið hjá 1. deildarliðnum hjá AB í 10 dystum í ár, og er hann 19 ára gamal.