Tað verður ikki endaliga staðfest í kvøld, um KÍ ikki missir stig á heimavølli ímóti NSÍ. Men á hýrinum í Sarpugerði í kvøld er eingin ivi. Við 5-0 heimasigri ímóti niðurflutta ÍF hevur Víkingur vunnið seg fram á 69 stig. KÍ hevur møguleika at røkka 69 stigum, men málmunurin er so nógv betri hjá Víkingi, enn hann er hjá KÍ.
Víkingafjøldin fegnast, men talan er ikki um fýrverk og øðrum, sum hoyrir til, tá ið talan er um FM fagnaðin.
Jákup Johansen hevur spælt við Víkingi síðani í 2020. Í ár hevur leikluturin hjá framrættaða 31 ára gamla spælaranum ikki verið so stórur,sum hann onkuntíð hevur verið. Poul Kallsberg og Olaf Bárðarson hava átt framrættaðu leiklutirnar í borðunum.
Men síðani Poul Kallsberg varð skaddur, hevur Jákup Johansen verið millum teir fyrstu ellivu, og Jákup hevur av álvara tikið av. Hann skoraði eitt mál í 3-0 heimasigrinum ímóti NSÍ, hann skoraði eitt mál á útivølli ímóti barndómsfelagnum Skála, og í kvøld trumfaði hann við at skora bæði til 1-0 og til 2-0. Hann hevur í landskappingini higartil í ár skorað sjey mál, og sambært FaroeSoccer hevur Jákup Johansen í 241 landskappingardystum skorað 58 mál.
Fuglfirðingar borðreiddu illa fyri sær sjálvum. Eftir stórt sprell hjá heimaliðnum fyrstu løtuna, var ÍF væl við, men tíggju minuttir undan steðginum sá Ruben Møller-Nielsen beinleiðis reytt kort fyri høvuðleysa takling, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
Tað var í 63. minutti, at Jákup Johansen økti til 2-0, og so vóru tað Jørgen Nielsen og innskiftu Arnon Jarnskor Ellingsgaard við roynd av brotsteigarmarkinum og Finnur Justinussen við stútara, sum staðfestu rimmarsigurin.
Víkingur – ÍF 5-0 (1-0)
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Símun Kalsø, Bogi Reinert-Petersen, Peter Spangsgaard Ullum, Tonni J. Thomsen – Karl Løkin, Gundur E. Petersen – Silas Gaard, Ruben Møller-Nielsen, Jákup Andrias Thomsen – Uros Stojanov