Jón Rói Jacobsen var tíverri heldur ikki ímillum teir útvaldu til SAS-ligahópin hesuferð. Saman við hinum eykamonnunum leikti hann dyst ímóti Varde í 2. deild Vestur. AaB tapti 1-3. Øll málini fullu síðstu 25 minuttirnar av dystinum. Heimasíðan hjá AaB sigur, at eykaliðið spældi ein vánaligan dyst og, at tað er gott, at teir møta Hjørring á heimavølli longu komandi týskvøld. Málverjin hjá AaB, Simon Sloth bjargaði einum brotssparki eftir 20 minuttirs spæl. AaB er nr. 5 í 2. deild Vestur við 35 stigum. Thisted er nr. 1 við 46 stigum. AaB leikar á útivølli ímóti FC Midtjyllandi í SAS-liguni í morgin.










