Eykakonsertin við Frostrósunum er avlýst

Eykakonsertin við Frostrósunum, ið skuldi vera leygardagin kl. 16 er avlýst.

Vælumtóktu íslendsku Fróstrósirnar hava seinastu árini hildið jólakonsertir í Føroyum, tað gera tær aftur leygarkvøldið kl. 20 í Norðurlandahúsinum.

Fyrr í vikuni var kunngjørt, at ein eykakonsert fór at vera hildin kl. 16 leygardagin, men hendan er nú avlýst, og tey, ið hava keypt atgongumerki til eykakonsertina fáa atgongumerki til konsertina kl. 20 ístaðin.

Eivør hevur í fleiri umførum verið við Frostrósunum, men í ár er hon ikki við, og tað er tí ein onnur føroysk songrødd, ið verður føroyska íkastið til Frostrósu konsertina. Tað er Jógvan Hansen, ið eins og Eivør hevur gjørt nógv um seg á íslendska tónleikapallinum, ið fer at syngja við rósunum.

Umframt okkara egna Jógvan, eru tey luttakandi kend fólk av íslendska tónleikapallinum: Hera Björk, Heiða Ólafs, Gréta Salóme, Friðrik Ómar og Jóhann Friðgeir.