Eykakonsert við U2

Nú verða tíðindini váttað um, at U2 spæla tveir dagar á rað í Horsens næsta ár. Blackberry og Casa Horsens vátta tíðindini. Atgongumerkini til konsertirnar við U2 tann 15. august næsta ár vórðu útseldar heilt skjótt fyrrapartin leygardagin. Men brátt var greitt, at konsert við U2 eisini verður tann 16. august.

360° túrurin hjá U2 gongur, umframt Danmark, eisini til Týsklands, Finnlands, Belgia, Spania og Portugal.