So mikið stórur áhugi hevur verið fyri konsertini ?The Dark Side of the Moon? við íslendska rock-bólkinum Dúndurfréttir, at útselt er til konsertina leygarkvøldið 5. mars kl. 19.00 í Norðurlandahúsinum. Tí er avgjørt at gera eina eykakonsert sama kvøld kl. 22.00, soleiðis at fleiri føroyingar fáa høvið at hoyra hesar Pink Floyd úrmælingarnar saman við føroysku songkvinnunum Anna Faroe, Unn Paturson, Eyð B. Jacobsen og Annu Mariu Olsen, umframt Konni Kass á saxofon.
Plátan ?The Dark Side of the Moon? kom á marknaðin í mars 1973 og var tá hin áttanda í pláturøðini hjá enska progressiva rock-bólinum Pink Floyd. Útgávan er ein sokallað konsept-fløga, sum byggir á tær royndir, ið bólkurin fekk á konsertferðum og live-framførslum árini frammanundan. Syd Barrett, sum stovnaði bólkin og var tann kreativa orkan handan flestu løgini og tekstirnar, fór úr bólkinum í 1968 og gjørdist altsamt meira sálarliga viðbrekin og sjúkur. Júst trupla støðan hjá vinmanninum hevur eisini givið íblástur til bæði tónleikin og tekstin á útgávuni, har sálarsjúka er eitt høvuðstema saman við millum øðrum stríð, makt - og pengagirnd.
?The Dark Side of the Moon? útgávan fekk sera góða móttøku og reyk beint á Billboard 200 listan og varð verandi á listanum tær næstu 741 vikurnar á rað, frá 1973 til 1988, og hetta er tað longsta nøkur útgáva í tónleikasøguni hevur ligið á billboard listanum. Mett verður, at 45 milliónir eintøk eru seld av útgávuni, og er hon sostatt ein hin mest selda útgávan í heiminum nakrantíð. Tvey tey kendastu støku løgini úr útgávuni munnu verða ?Money? og ?Us and Them?, og ?The Dark Side of the Moon? sigst verða yndisútgávan hjá bæði Pink Floyd fjepparum og ummælarum. Útgávan er júst í nú í januar 2011 komin aftur á listan hjá U.S.
Billboard Hot 100 og hevur í skrivandi stund verið á listanum í 773 vikur tilsamans.