Konsertin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við legendunum, Kára P. og Stanley Samuelsen, leygarkvøldið 9. apríl kl. 20.00, er longu útseld. Tískil verður skipað fyri eykakonsert kl. 22.00 sama kvøld.
Kári P. er føddur í 1950, og er kendur millum føroyingar fyri sín fólkatónleik. Boðskapur yrkjarans kemur einfalt og beinrakt fram, og fólk kenna sangir hansara - løg, har øll kunnu syngja við. Kári P hevur givið tvær plátur út í árunum 1978 og 1991. Hann hevur fingið fleiri heiðurslønir í Føroyum.
Stanley er føddur í 1951, og byrjaði sína tónleikayrkisleið sum gittarleikari í Fuglafirði fyri gott 52 árum síðani, har hann í høvuðheitum spældi popp og rokk. Stanley spælir eini 50 konsertir um árið kring Norðanlond og Evropa, har hann framførir egin løg og sangir á føroyskum. Hann hevur givið út 6 føroyskar stakplatur og eina sangbók. Harumframt hevur hann fingið fleiri tilnevningar og heiðurslønir.
Kári P. og Stanley Samuelsen framføra í 75 minuttir fyri hvørja konsert.