Eykakonsert við Hanusi G

Ovurstórur eftirspurningur er orsøkin til, at Hanus G. bjóðar til eykakonsert í sjónleikarhúsinum í Havn hóskvøldið.

Konsertin mikukvøldið, har Hanus framførir nýggir sangir til yrkingar hjá Poul F., er útseld. Men, vegna stóran áhuga er avgjørt, at eykakonsert verður í sjónleikarahúsinum hóskvøldið kl. 20.

Pláss er einans fyri 150 gestum í sjónleikarahúsinum, har lagt er upp til eina serføroyska konsert við Hanusi saman við Mikael Blak á bassi og Magnusi Johanessen á tangentum.

Tað er ikki hvønndagskostur at hoyra nýggir sangir hjá Hanus til yrkingar hjá Poul F. Seinast tað hendi var í 1988, tá Hanus G. Johansen trein á pall á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalinum. Tann konsertin endaði sum ein av best umtóktu føroysku plátuútgávunum nakrantíð, nevniliga “Gaman og Álvara, Hanus syngur Poul F.”

Atgongumerki til eykakonsertina eru at fáa í tónleikahandlinum hjá Tutl á Káta horninum í Havn.