Eykakonsert við Eivør og Teiti

Hóskvøldið klokkan 21 verða okkara altjóða sangfuglar, Eivør og Teitur, fyri fyrstu ferð at hoyra saman á palli í Spaniastovu í Klaksvík, og hetta hava longu mong lagt til merkis.

 

So mikið stórur eftirspurningur hevur verið eftir atgongumerkjum, at konsertin er útseld, og tí verður nú skipað fyri eini eykakonsert, ið verður beint aftan á hina, altso klokkan 23 hóskvøldið.

 

Á konsertunum báðum fara Eivør og Teitur hvør sær at syngja egnar sangir, men eisini fara tey at syngja onkrar jólasangir saman. Við sær hava tey eina strúkikvartett, ið fer at seta sín serliga dám á konsertirnar.