Eykakonsert leygardagin

Fríggjadagin verður symfoniin Oceanic Days framførd í Norðurlandahúsinum og longu nú er nærum útselt til konsertina

Fríggjadagin 31. mars verður fyrsta føroyska symfoniin framførd. Sunleif Rasmussen hevur skrivað verkið, ið kallast Oceanic Days.

Tað er íslendska symfoniorkestrið - Sinfóníuhljómsveit Íslands - ið framførir. Eisini eru onnur verk á skránni.Bernharður Wilkinson stjórnar.

Stórur áhugi er og longu nú er nærum útselt til konsertina.

Tí skipar Norðurlandahúsið fyri eyka konsert leygardagin klokkan 16. So hava tey møguleika at ogna sær atgongumerki, sum ikki vóru so heppin at sleppa til fyrstu konsertina.