Uppskotið hevur heitið Løgtingsmál nr. 5/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019-2.
– Nógvar av broytingunum eru til lógarbundnar útreiðslur. Staðfestast má, at nógvar av lógarbundnu játtanunum eru ov lágt mettar av landsstýrinum, men eisini tí tær vórðu lækkaðar sum partur av fíggjarlógarviðgerðini í Løgtinginum, sigur Jørgen Niclasen.
Talan er fleiri ymiskar játtanir. Her nevna vit nakrar úr rúgvuni.
21 milliónir til Landssjúkrahúsið
Í lógaruppskotinum stendur:
Staðfest er, at dýrkingar eru í verkætlanini. Uppskot til dagførda verklagslóg verður lagt fyri Løgtingið seinni í heyst. Biðið verður um, at játtanin verður hækkað við 21 milliónum krónum í 2019.
Viðvíkjandi rakstrarjáttanini til tey trý sjúkrahúsini verður biðið um eykajáttan til raksturin á Landssjúkrahúsinum á 2,3 milliónir krónur, eykajáttan til Klaksvíkar sjúkrahús á 3,8 milliónir krónur, og eykajáttan til Suðuroyar Sjúkrahús á 2,7 milliónir krónur.
21 milliónir eyka til Hvalbiartunnil
Í lógaruppskotinum stendur:
Eftir løgtingslóg nr 56. frá 30. apríl 2018 um nýggjan Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegum, verður nýggj farleið gjørd millum Hvalba og Trongisvág. Tunnilin verður 2,5 kilometrar, og tilhoyrandi vegir verða 3,3 kilometrar.
Sambært verklagslógini kostar verkætlanin 272 mió. kr.
Arbeiðið við vegagerð og tunnilsgerð gongur eftir ætlan. Byggiarbeiðið verður framt í 2019, 2020 og 2021, sum merkir, at meginparturin av útreiðslunum fella hesi fíggjarár. Borað verður ígjøgnum í 2020. Játtanirnar eiga at fylgja byggitilgongdini yvir ár.
Tað eru játtaðar 49,0 mió. kr. til verkætlanina í 2019. Sambært eini nýggjari meting verður, alt annað óbroytt, helst neyðugt at hækka játtanarkarmin við 7,0 mió. kr. Tað ber til at framskunda arbeiðið við at broyta játtanarprofilin, sum merkir, at Hvalbiartunnilin verður skjótari liðugur, og at verkætlanin tessvegna verður bíligari. Neyðugt er at hækka játtanina við 21,0 milliónir krónur í 2019, um tunnilsgerðin skal framskundast, soleiðis at játtanin verður 70 milliónir krónur í 2019.
Landsverk: Endurnýggja maskinur til vetrarhaldið
Í uppskotinum stendur:
Stórur tørvur er á at endurnýggja ein part av maskinunum hjá Landsverki til landsvegahaldið, og alsamt meira verður brúkt til umvælingar av maskinum, heldur enn til vetrarhald, asfaltering og viðlíkahald av vegum, tunlum og brúm.
Tað er sera umráðandi, at vetrarhaldið er á nøktandi støði. Maskinurnar, sum verða brúktar til vetrarhaldið, eru niðurslitnar, og trupulleikar kunnu verða við at salta og grava vegirnar fyri kava. Mælt verður til at játta 2,0 milliónir krónur til akfør og útbúnað til vetrarhaldið.
4,7 milliónir til gerðarrættarmál
Í uppskotinum stendur eisini um gerðarrættarmálið millum landsverk og TG Verk:
Landsverk hevur ávísar útreiðslur í sambandi við gerðarrættarmálið millum Landsverk og TG Verk, viðvíkjandi byggingini av Glasi. Mælt verður til at játta 4,7 milliónir krónur til endamálið.