Eykajáttanir eiga at verða so fáar og smáar sum møguligt. At stovnar koma fleiri ferð um árið og biða um eykajáttanir til rakstur, er eftir okkara tykki tað sama sum at fara út um játtan. Nógvu eykajáttanarlógirnar vísa annaðhvørt, at raksturin av hesum samfelagnum gongur verri, enn hann gekk frammanundan, ella at eingin í systeminum torir at taka abýrgd av einum tveyoyra, og tí skumpar alt á tingborð.
Vit hava sæð eykajáttanurumbønir, ið hava havt grundgeving, at um eykajáttanin ikki varð givin, so vórðu skip ikki koyrd í dokk, fólk søgd upp o.s.fr. Løgtingið kann illa annað enn at játta slíkum umbønum.
Ein stovnur fær ein játtan, og tá árið er liðugt, skal stjórin standa til svars yvirfyri landstýrismanninum, ið so skal standa til svars yvirfyri Løgtinginum. Hetta er grundin til at vit betala stjórum og landsstýrismonnum væl. Ikki skulu revolvaraeykajáttanir hjálpa hesum at turka eventuel vánalig rakstrarúrslit ella ringa planlegging uppí eykajáttanir, so hesir eftir fleiri eykajáttanir kunnu fortelja hvussu nógvar túsund krónur teir hava eftir av játtanunum.
Stovnar fáa eina játtan, og so kann landstýrismaðurin vurdera eftir hvørt fíggjarár, um avleiðingar skulu takast. Eitt er altíð víst, og tað er, at ein fíggjarætlan ongantíð heldur uppá krónuna. Hon vil altíð verða eitt sindur yvir ellla eitt sindur undir.
Í Danmark er vanligt, at ein samlað eftirjustering kemur fyri fíggjarlógina, og tá eru tær ábreiðslur, næsar og annað, ið skulu gevast, givnar av ráðharrum. Ein ruddilig skipan, ið samlar upp aftaná, og kann Fólkatingið so krevja ráðharrar til svars, um onkur er farin ov langt útum. Í Føroyskum sambandi kundi verið áhugavert at vitað, hvat Stýri eigur flestu eykajáttanirnar í prosentum av samlaðari játtan, og burdi tann landstýrismaðurin verið tikin í Fíggjarnevndina til eina samrøðu.
Finnbogi Arge fíggjarnevndarformaður er ein av fremstu fortalarum fyri hendan óvana, við fleiri eykajáttanarlógum. Hetta er ikki so løgið, tí hesin óvanin byrjaði av álvara undir hansara tíð sum landsstýrismaður. Hann samanber við ?vælriknar privatar fyritøkur?. Nú er tað so ymiskt, sum man hevur at sammeta við, men ein fyritøka, ið skal justera sítt budgett radikalt nógvar ferðir um árið er ikki væl rikin, óansæð um hon framleiðir matvøru, selur innfluttar vørur ella er ein almennur stovnur.
Løgtingið má kunna krevja av landstýrismonnum at teir planleggja nakrar mánaðar fram, so at teir ikki koma malandi í tíð og ótíð við umbøn um eykajáttan.