- Vit mugu tillaga okkum tí, sum fíggjarnevndin kemur við. Men vit mugu minnast til, at starvsfólkatalið í fíggjarmálaráðnum er tað sama, sum tað var í 1996. So er spurningurin, um tað er rætt at spara í fíggjarmálaráðnum. Avleiðingin verður, at nakrar uppgávur, sum vit arbeiða við, koma at taka longri tíð. Og vit fáa ikki sett fólk ístaðin fyri eitt sum fer í summar. Men mín vón er, at vit í komandi ári fáa meir pening settan á, so at vit
kunnu koma uppaftur á sama starvsfólkatal sum í 1996.
Tað sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, sum ikki er samdur við
fíggjarnevndini og hennara útspæli til fíggjarlóg. Føroya Landsstýri
hevði sunnudagin fund um tær 49 millióninar, sum fíggjarnevndin
sparir í rakstri.
- Vit sótu á fundi sunnudagin, og gjøgnumgingu tær tillagingar, sum
fíggjarnevndin er komin við. Og har eru nøkur ting, sum tey ymsu ráðini
illa kunnu liva við. Men nú fáa vit at síggja, hvussu árið fer at ganga, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri.
- Útsagnirnar, sum eru komnar úr fíggjarheiminum seinastu vikuna,
benda á, at rentan fer at hækka. Men tað hevur fíggjanevndin so ikki
mett, og tað er teirra meting. Tað eru vit so ikki samdir í, men um hetta
er tað, sum fíggjarnevndin sigur, so er tað teirra meting. Og kunnu vit ikki liva við tí, so verður neyðugt við eykajáttan, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Nettosparingin í rentuútreiðslunum er fýra milliónir krónur, og hetta er ein meting hjá fíggjarnevndini, sum er bygd á forsøgnir um rentuna. Men skuldi tað hent seg, at metingin hjá fíggjarnevndini er skeiv, og at rentan fer at hækka seinni í ár, so fara rentuútreiðslurnar hjá fíggjarmálaráðnum at hækka. Og hetta er ein lógarbundin játtan, og rentustuðulin skal gjaldast av fíggjarmálaráðnum og teirra konto, sjálvt um játtanin er ov lítil. Tað merkir við øðrum orðum, at eitt undirskot er á veg, um rentan hækkar.
- Vísir tað seg so, at rentan fer at hækka í ár, sum alt bendir á og sum vit eisini meta við støði í útsagnum frá amerikanska tjóðbankanum, har teir týsdagin søgdu, at rentan helst hækkar í juli-ársfjórðinginum, so hækkar rentan uttan iva eisini hjá okkum. Og tað meta vit ikki er ráð til, aftan á at fíggjarnevndin hevur skorið í útreiðslunum hjá Fíggjarmálaráðnum. Tískil verður neyðugt við eini eykajáttan seinni í ár, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, um tillagingarnar, sum ein samd fíggjarnevnd hevur gjørt við Anfinni Kallsberg sum formanni.