Leygardagin fer Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at leggja tað fyrstu eykajáttanarlógina í ár fyri tingið.
Landsstýrismaðurin sigur, at tilsamans hevur hann søkt tingið um eykajáttanir uppá 22,7 milliónir.
Men tað merkir ikki, at ætlanin er at økja útreiðslurnar hjá landskassanum 22,7 milliónir.
Tí av teimum 22,7 milliónunum, eru 20 milliónir, peningur, sum leyp av ymsum játtanum í fjør, og sum sostatt skulu játtast av nýggjum í ár.
Talan er um játtanir til ymisk endamál, sum tað ikki eydnaðist at brúka í fjør av ymsum orsøkum og so fellur hann aftur í landskassan. Sostatt er neyðugt tingið at játta peningin av nýggjum.
Eitt nú er talan um játtanir til ferjulegur hjá Strandferðsluni í sambandi við nýggju Sandoyarferjuna, bygging á Landssjúkrahúsinum og annað, sum tað ikki eydnaðist at brúka , eitt nú, tí at veðrið var so ringt, at tað var ikki arbeiðandi.
Harafturat er talan um játtanir, sum eru fluttur frá einum øki ár, til onnur.
Uppi í eykajáttanarlógini eru eisini einar 900.000 krónur, sum fiskimálastýrið hevur fingið inn í óvæntaðum inntøkum, sum nú verða játtaðar til ymisk endamál.
Talan er um lán, sum vórðu avskrivað, men sum tað kortini eydnaðist at fáa inn.
Karsten Hansen sigur, at sostatt er ikki meiri enn einar tvær milliónir í beinleiðis eykaútreiðslum hjá landskassanum, sum ætlanin nú er at játta til ymisk endamál.
Hetta samsvarar eisini væl við stavnhaldið hjá fíggjarmálaráðaharranum.
Tí hann sigur, at hann hevur alla tíðina lagt stóran dent á, at eykajáttanirnar til tey ymsu málsøkini, skuldu takast frá játtanunum til onnur málsøki, og skuldu tískil ikki føra eyka útreiðslur við sær fyri landskassan.
Hann sigur, at ætlanin er at leggja tríggjar eykajáttanir fram í ár, og hetta er so tann fyrsta av teimum.
Sostatt er ætlanin at sleppa undan, at eykajáttanir verða lagdar fram so oftani, sum eitt nú í fjør.
Hann leggur afturat, at eykajáttanin, sum nú verður løgd fyri tingið, er gjølla viðgjørd í samgonguni og semja er um, hvussu hon skuldi síggja út.
Frá tí, at uppskotið er lagt fram, inntil tað er endaliga samtykt, kann roknast við, at tað gongur ein mánaði, ella so.









