Eykajáttan til musikkskúlan í tingið

Miðflokkurin hevur júst lagt uppskot fram á ting um eykajáttan á 492.000 krónur til nógv umstrídda musikkskúlan. - Vit meta tað vera skeivt at skerja á øðrum økjum, og tí mæla vit til eykajáttan, sigur Jenis av Rana í tíðindaskrivi

Tað fór eitt ramaskríggj ígjøgnum landið, tá tað á sinni var greitt, at fimm lærarar og 200 næmingar ikki longur kundu vera virknir á musikkskúlanum orsakað av vantandi peningi. Undirskriftir vórðu savnaðar, sum avvarðandi foreldur handaðu løgmanni, og lesarabrøv í rúgvuvís hava verið at sæð í bløðunum frá fleiri síðum.

Lønarvøkstur svíður
Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, ætlaði at loysa trupulleikan við at flyta 450.000 krónur frá játtanini til listaskúlan á Sandi og yvir til játtanina til musikkskúlan, men hetta noktaði Fíggjarnevndin.
Nú hevur formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, lagt uppskot fram um eykajáttan til musikkskúlan við tí grundgeving, at tað ikki er rætt at skerja á øðrum økjum.
Upphæddin, Miðflokkurin vil hava løgtingið at samtykkja til musikkskúlan, er 492.000 krónur, og sambært Jenisi er hetta peningurin, musikkskúlin skal hava fyri at varðveita sama støði sum í fjør.
Í skrivi frá Miðflokkinum verður greitt frá, at "eyka fíggjarliga byrðan, sum nýggju lønarsáttmálarnir høvdu við sær, ger, at musikkskúlarnir í verandi fíggjarári tørva kr. 492.000 fyri at kunna veita somu tænastu sum farna ár. Hetta fer, um ikki eykajáttan verður veitt, at hava við sær, at 200 næmingar missa frálæru teirra, nú skúlin byrjar aftur, og 5 lærarar verða sagdir úr starvi".

Drúgvur bíðilisti
1500 næmingar fáa í dag frálæru á musikkskúlunum, og fleiri túsund eru í bíðirøð. Bert í Havn eru hesi 2500 í tali, og av hesum 2500 kundu tey 1200 byrja frálæru beinanvegin, um fíggjarligu møguleikarnir vóru til hetta.
Í skipanini eru í løtuni 49 lærarastørv, svarandi til 35 størv fulla tíð. Upprunaliga játtanin til musikkskúlar á núverandi bráðfeingisfíggjarlóg er slakar sjey milliónir, men henda upphædd verður nú møguliga hækkað eina hálva millión, um uppskotið hjá Miðflokkinum verður samtykt.


Fakta:

1500 næmingar eru á musikkskúlum kring landið

Bert í Havn eru 2500 fólk í bíðirøð

49 lærarar eru tengdir at musikkskúlunum

Harav eru 35 lærarar fulla tíð

Upprunaliga játtanin til musikkskúlarnar er 6.946.000 kr


Mynd:

Formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, metir tað ikki vera rætt at flyta pening frá einari játtan til aðra, og tí hava hann og floksfelagar lagt uppskot fram um eykajáttan til Føroya Musikkskúla