Eykajáttan til Musikkskúlan

TÍÐINDASKRIV

Tingmanning Miðfloksins 7. juni 2004
Jenis av Rana, Bill Justinussen
??????????????????????????
Miðflokkurin heitir á Føroya Landsstýri um skjótast gjørligt at bera so í bandi, at undirvísingartilboðini í Føroya musikkskúla ótarnað kunnu halda fram. Um Landsstýrið ikki hevur ætlanir um at loysa hendan trupulleikan, fer Miðflokkurin at umhugsa at leggja fram uppskot um eykajáttan til løgtingsfíggjarlógina, so hetta týðandi virksemið ikki skal verða fyri bakkasti.
Føroya musikkskúli hevur blómað seinnu árini. Ovurstóra undirtøkan millum føroyskan skúlaungdóm talar meira enn nakað annað um týdningin av musikkskúlanum. Føroyskt mentanar- og tónleikalív er almikið ríkað við einum stórum skara av sera dugnaligum ungdómum, sum gera seg galdandi í øllum herðashornum samfelagsins, og tí fer Miðflokkurin ikki at sita hendur í favn, meðan hendan samgongan brýtur niður tað, sum gjøgnum mong ár er bygt upp.
Miðflokkurin hevur tíverri ikki umboðan í ment-anar- ella fíggjarnevnd løgtingsins, og hevur sostatt ikki kunnað tikið lut í nakrari nevndarviðgerð av hesum máli.