Eykajáttan til lívmóðurhálskrabba á tingborð

Undir orðaskiftinum av munnligum fyrispurningum á tingi í síðstu viku tóktust tingfólk samd um at veita ungum gentum koppseting móti lívmóðurhálskrabba, hóast játtanin er ov lítil. Nú tekur Miðflokkurin tingfólk upp á orðið ? og leggur fram uppskot um eykajáttanarlóg

- Endamálið við hesi eykajáttan, er at kunna seta pengar av til at fara undir koppsetan av øllum 12, 13 og 14 ára gomlum gentum. Í verandi játtan er bert peningur tøkur at koppseta tær 12 ára gomlu, sigur Miðflokkurin í fráboðan.

Flokkurin vísir á, at undir orðaskiftinum um munnligan spurning um evnið, tóktist sum breið undirtøka var fyri at bjóða øllum trimum árgangunum at kunna koppseta seg, tó at játtan bert er tøk til ein árgang. Og vegna hetta valdi Miðflokkurin at geva tingmonnunum møguleika at seta handling aftan fyri orðini og játta neyðuga peningin.

Teir tríggir tingmenninir hjá Miðflokkinum siga í viðmerking til uppskoti, at teir fegnast um, at koppseting fyri lívmóðurhálskrabba byrjar, men harmast um at tilmælini frá sakkunnleikanum ikki verða fylgd. Hesi tilmælini mæla til koppseting av teimum, ið fødd eru í 1994, 1995 og 1996.

- Tíverri hevur Løgtingið bara játtað pening til 1996 árgangin. Uppskot Miðfloksins um eykajáttan fevnir um allar tríggjar árgangirnar og tryggjar hervið bæði tær 12, 13, og 14 ára gomlu verju móti sjúkuelvandi virusinum, siga Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen.